Demenssjúka í familjuni?
Demenssjúka í familjuni?

Kommunalu demenssamskipararnir hava drúgvar royndir og servitan innan demens og kunnu tosa við teg um tína støðu, lurta, ráðgeva og vísa á tey tilboð, vit hava í kommununi.

Tilboð til fólk við demenssjúku í Tórshavnar kommunu
Kom og rudda 8. og 11. mai
Kom og rudda 8. og 11. mai

Í mai taka vit aftur eitt tak fyri náttúru okkara. Freistin at tekna seg til ruddingardagarnar er fríggjadagin 10. mai.

Kunna teg um ruddingardagarnar og melda til her:

Ruddingardagar 2024
Lurta
FERÐSLA
Eystara vegbreyt í R.C. Effersøes gøtu stongd í kvøld

Eystara vegbreyt í R.C. Effersøes gøtu verður stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá týskvøldinum 23. apríl klokkan 23 til mikumorgunin 24. apríl klokkan 6 í sambandi við fresing og asfaltering av vegnum.

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

FERÐSLA
Ferðslubroytingar í Niels Finsens gøtu í sambandi við umvæling

Ferðslan er broytt í Niels Finsens gøtu millum Vaglið og Káta Hornið í sambandi við umvælingina av Tinghúsbygninginum. Broytingarnar eru galdandi frá 23. apríl 2024 til 3. juni 2024. Les meira her:

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

FERÐSLA
Vegir stongdir í miðbýnum á flaggdegnum 25. apríl

Flaggdagin 25. apríl 2024 steingja vit fleiri vegir í sambandi við flaggdagsrenning, framsýning av ellisakførum og hátíðarhald á Vaglinum. Les meira her:

Vegir stongdir í miðbýnum á flaggdegnum 25. apríl

FERÐSLA
Broyting á leið 2 í sambandi við flaggdagsrenning 25. apríl

Í sambandi við flaggdagsrenningina 25. apríl, koyrir leið 2 ikki Yviri við Strond frá kl. 15.30 til 17.30. Leiðin koyrir í staðin eftir Stoffalág, Gripsvegnum, R. C. Effersøes gøtu, Steinatúni og víðari eftir ferðaætlanini.

Bussleiðin

FERÐSLA
Tinghúsvegurin stongdur 22. apríl til 4. mai í sambandi við umvæling

Tinghúsvegurin verður stongdur frá Vaglinum niðan til Bøkjarabrekku frá mánadegnum 22. apríl til leygardagin 4. mai. Vegurin er stongdur gerandisdagar klokkan 8-17 í sambandi við útskifting av glasplátum á løgtingsbygninginum.

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

FERÐSLA
Hámarksferðin á Velbastaðvegnum lækkað til 60 km/t

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at lækka hámarksferðina á strekkinum frá rørportrinum á Norðasta Horni til Gamla Velbastaðvegin. Hámarksferðin er nú lækkað frá 80 km/t til 60 km/t.

Hámarksferðin á Velbastaðvegnum broytt til 60 km/t

Loyvi
Hýruvognsloyvi til Auto leyst at søkja

Eitt hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er 29. apríl 2024 kl. 12. Les meira og søk her:

Søk um hýruvognsloyvi

Talgild sjálvgreiðsla
Nú ber til at skriva børn upp til Lonirnar í Hoydølum

Nú ber aftur til at ynskja pláss í Lonunum í Hoydølum. Heitt verður á øll foreldur um skjótast gjørligt at skriva barn teirra á bíðilista til upp til fýra dagstovnar og at raðfesta stovnarnar eftir ynski. Foreldur kunnu avgreiða innskrivingina her: 

Skriva upp til dagstovnapláss

Kommunalar útstykkingar
Nýggj útstykking á Velbastað

Tórshavnar býráð hevur samtykt, at kommunan skal fara undir samráðingar við arbeiðstakara um útstykkingina við Ervaveg á Velbastað. Tá ið samráðingarnar eru komnar uppá pláss, verður verkætlanin lýst nærri við tekningum, tíðarætlan og mettum kostnaði fyri grundstykkini. Síðan verður latið upp aftur fyri endaligum tilmeldingum til lutakastið um grundstykkini.

Nýggj útstykking á Velbastað

MENTAN OG FRÍTÍÐ
Hvat hendir í Tórshavnar kommunu?

Skipar tú fyri ella hevur tú áhuga fyri ítróttakappingum, sjónleiki, tónleiki, framsýningum, eldrafimleiki, skating, upplestri, borðspølum ella øðrum spennandi virksemi, ja so er tað Tímanum, tú skalt halda eyga við. Tímin er nýggi kalendarin, ið vísir tær, hvørji tiltøk og ítriv eru á skrá í Tórshavnar kommunu.

Tímin (timin.fo)

Brúkaragjøld
Kommunan dagførdi gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2024

Á býráðsfundi 23. november 2023 samtykti Tórshavnar býráð at lýsa broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskotinum til felags leist hjá Kommunufelagnum. Les meira um dagføringina av gjøldunum fyri eldratænasturnar her:

Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2024

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
23. apríl 2024
Vegir stongdir í miðbýnum á flaggdegnum 25. apríl

Hósdagin 25. apríl eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn í sambandi við flaggdagshald, flaggdagsrenning og framsýning av ellisakførum.

23. apríl 2024
Eystara vegbreyt í R.C. Effersøes gøtu stongd í kvøld

Eystara vegbreyt í R.C. Effersøes gøtu verður stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá týskvøldinum 23. apríl klokkan 23 til mikumorgunin 24. apríl klokkan 6 í sambandi við fresing og asfaltering av vegnum.

23. apríl 2024
Ferðslubroytingar í Niels Finsens gøtu í sambandi við umvæling

Ferðslan er broytt í Niels Finsens gøtu millum Vaglið og Káta Hornið í sambandi við umvælingina av Tinghúsbygninginum. Broytingarnar eru galdandi frá 23. apríl 2024 til 3. juni 2024.

23. apríl 2024
Býráðsfundur í morgin klokkan 17

Regluligur býráðsfundur hjá Tórshavnar býráði er í morgin klokkan 17.

Skráin sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Býráðsfundurin verður stroymdur.

22. apríl 2024
R.C. Effersøes gøta stongd í kvøld kl. 23-06

R.C. Effersøes gøta verður stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá mánakvøldinum 22. apríl klokkan 23 til týsmorgunin 23. apríl klokkan 6 í sambandi við fresing av vegnum.

22. apríl 2024
Tilboð til fólk við demenssjúku í Tórshavnar kommunu

Fólk við demens og avvarðandi kunnu fáa ráðgeving frá Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kann fáa eitt gott prát, ráðgeving um hvørji tilboð eru í kommununi, vegleiðing um hvussu ein kann handfara demenssjúkuna.

Ókeypis tiltak fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki
Ráðgeving og stuðul
Ókeypis tiltak fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki

Hví broytist tín tannáringur? Kom og hoyr um avbjóðingar og trýst, sum ung verða útsett fyri. Og kom og hoyr um, hvat tú kanst gera fyri at hjálpa og stuðla sum foreldur. Mánakvøldið 22. apríl er ókeypis tiltak í Smæruni fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki.

Umhvørvisvikan 2024
Umhvørvi
Umhvørvisvikan 2024

Leygardagin 4. mai byrjar umhvørvisvikan, sum í ár snýr seg um vatn. Her kanst tú lesa skránna, tekna teg til mongu spennandi tiltøkini og kunna teg nærri um evnið í ár.

Ruddingardagar 2024
Umhvørvi
Ruddingardagar 2024

Í mai skipa vit aftur fyri ruddingardøgum í Tórshavnar kommunu. Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er fríggjadagin 10. mai. Les um ruddingardagarnar og melda til her.

Almenn hoyring
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri vinnuøkið á Ovara Hjalla, Hoyvík

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um at gera serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 139a, Hoyvík.

Almenn hoyring
Nýggj serstøk byggisamtykt omanfyri Argjahamar, Kirkjubøur

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt omanfyri Argjahamar, matr. nr. 256, Kirkjubøur.

Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 13a, Norðradalur

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 13b, Norðradalur og part av matr. nr. 13a, Norðradalur.