Heilræði varð sett á stovn í 2002. Tænastan styðjar undir heilsu og trivnað og virkar fyri:

• At binda um heilan fingur soleiðis, at frísk fólk verða verandi frísk
• At smáir trupulleikar ikki vaksa
• At upplýsa um tiltøk og stuðulsmøguleikar

Heilsustimbran og fyribyrging snýr seg um at forða fyri sjúku og at evnini at vera virkin verða varðveitt. Tað snýr seg um at stimbra góða heilsu og um at styrkja tað, sum hevur týdning fyri heilsu og evnini at virka í framtíðini.

Tygum tørva ikki at hava ávísar trupulleikar fyri at fáa vitjan.

• Tað stendur tygum frítt at velja, um tygum vilt hava vitjan
• Vitjanin er eitt prát og fer fram í tygara egna heimi
• Vitjanin varir umleið 1 tíma
• Tann, ið vitjar, hevur tagnarskyldu

Prátið kann vera um viðurskifti, sum ávirka tygara lívsstøðu. Tygum velja sjálv/ur, hvat tygum vilja tosa um. Tað kann vera um heilsu, likamliga og sálarliga støðu, bústaðarviðurskifti, hvat gongur væl og minni væl.

Fáa tygum brúk fyri eyka vitjan, kunnu tygum seta tygum í samband við Heilræði.
Hvør fær vitjan?
Heimavitjan fyri 75 ár og eldri
Borgarar yvir 75 ár fáa tilboð um vitjan umleið 1 ferð um árið og eftir tørvi. Áðrenn sjálva vitjanina fáa tygum í góðari tíð sendandi bræv við dagfesting og klokkutíð um, nær vitjanin verður. Trý starvsfólk gera heilsuyrkisligar heimavitjanir.
Ofta settir spurningar
Hvør kemur at vitja?
Hvør kann fáa vitjan?
Hvør kann melda seg á venjingarlið?
Hvat er endamálið við Heilræði?
Er Heilræði tað sama sum Heimatænastan?
Skal ein hava ein tørv ella sjúku fyri at fáa vitjan?
Kunna teg nærri
Heilræði
Heilsuhúsið
Tróndargøta 44
100 Tórshavn

Móttøkan er opin millum kl. 8-15.30
tel 302000

Samskipari
Elisabeth Guttesen
tel 302000
T-postur: elisabethg@torshavn.fo

Marta W Jøkladal
tel 302000
T-postur: marta@torshavn.fo

Maja Joh. Warberg
tel 302000
T-postur: maja@torshavn.fo