Barnsburðarfarloyvi

Løntakarar hava rætt til gjald frá Barsilsskipanini í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Fólk, sum hava aðra vinnuliga A-inntøku, hava rætt til barsilspening, tekna tey trygging.

Barsilstíðarskeiðið kann verða býtt millum foreldrini eftir nærri ásettum reglum. Foreldur hava rætt til barnsburðarfarloyvi í eitt ár og fáa útgjald frá Barsilsskipanini í 44 vikur.

Útgjaldið hjá foreldrum í barnsburðarfarloyvi verður roknað eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar. Tó kann mánaðarliga útgjaldið í mesta lagi vera 25.000 kr.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum –- arbeiðsgevarar og løntakarar - fíggja Barsilsskipanina við at lata eitt fast gjald til skipanina.

Eisini fólk í útbúgving kunnu fáa fíggjarligan styrk í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Stuðulin letur Studni.

Kunna teg nærri
Barsilsskipanin
Postrúm 2151
110 Tórshavn
Tel. 35 26 00
Faks 35 26 01
T-postur: barsil@taks.fo
Netsíða: barsil.fo

Telefon- og avgreiðslutíð: má.- fr. 10:00-15:00

Stuðulsstovnurin
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Tel. 30 65 65
Faks 30 65 66
T-postur: studul@studul.fo
Netsíða: studni.fo

Telefontíð: tý-hó 8-16, fr 8-15
Avgreiðslutíðir: má-hó. 8-16, fr. 8-15