Virkis- og venjingarstova

Á Lágargarði er virkis- og venjingarstova, har møguleiki er fyri at gera ymiskt handaligt, at vera saman við øðrum og at gera styrkjandi venjingar. Opið er gerandisdagar kl 9-16.

Tilboðini á Virkis- og venjingarstovuni á Lágargarði er til húsfólk á Lágargarði og heimabúgvandi sjálvhjálpnar pensjónistar. Pensjónistar, sum ynskja at koma á Virkis- og venjingarstovuna, skulu vera sjálvhjálpnir, og verða førir fyri at taka virknan lut í ymsu tilboðunum. Søkt verður um at verða upptikin á Virkis- og venjingarstovuna við at fylla út umsóknarblað, sum er HER

Virkisstovan er opin gerandisdagar kl. 09.00-16.00
Venjing er gerandisdagar kl. 10.00-12.00 og kl. 14.30-15.30
Gerandisdagurin á Virkis- og venjingarstovuni byrjar kl. 09.00 við morgundrekka, har vit práta og hugna okkum.

Felags rørsla er í samkomuhøllini gerandisdagar kl. 09.40. Lurtað verður eftir andakt aftaná. Eisini er møguleiki fyri at fara á Virkisstovuna at gera ymiskt handaligt, práta við fólk, lurta eftir upplestri ella spæla ymisk spøl. Til ber eisini at venja í venjingarhøllini.

Kl. 12.00-13.00 er møguleiki fyri at keypa døgurða í matarhøllini, og eftir hetta ber til at halda áfram við frítíðarítrivi ella at hvíla. Seinnapartsdrekka er kl. 14.00.

Vit gera ymiskt prýði til páskar, jólagávur og –prýði, hava olympskir leikir, halda føstulávint, flaggdagshald, eins og hugnaløtur eru javnan. Á jólum hava vit jólaborðhald, og um várið hava vit árligu útferðina.

Handaligu tilboðini eru: hondarbeiði av ymiskum slag, veving, arbeiða á træverkstaðnum, rippa húkar, tøva, mála, seyma. Eisini eru vit opin fyri øðrum tilboðum.

Á Virkis- og venjingarstovuni arbeiða ergo- og fysioterapeutar, pædagogur, skræddari og heilsurøktari.

Vit samstarva við hýruvognsfelag, og er møguleiki at koma í hýruvognsskipanina. Tey, ið hava tørv, kunnu søkja um at nýta koyriskipanina hjá Tórshavnar Kommunu. Meira fæst at vita HER

Annan hvønn hósdag er gudstænasta kl. 15.00 í Samkomuhøllini. Afturat hesum hava vit nógv ymisk tiltøk, sum eru at síggja á netsíðuni www.lagargardur.fo



VENJING

Á Lágargarði ber til at venja á einum liði í avmarkaða tíð ella at venja við einum fysioterapeuti, um tørvur er á at venja málrættað og miðvíst í avmarkaða tíð. Virkis- og venjingarstovan er dagtilboð til heimabúgvandi pensjónistar, sum hava hug at koma millum onnur fólk og samstundi venja.
Til ber at lesa meira um Virkis- og venjingarstovuna HER

Venjing á liði
Venjingartilboðið er til heimabúgvandi pensjónistar í Tórshavnar kommunu, sum ynskja at betra um heilsuna. Venjingin hevur til endamáls at betra um styrki, fimi, javnvág og
likamið. Á henda hátt skapa vit vælveru og lívsgleði - og hava tað stuttligt saman við øðrum.
Tilboðið er ætlað fólki, sum ikki sjálvi kunnu koma til venjing, og sum hava tørv á, at hýruvognur kemur eftir teimum.
Eitt venjingarlið er mánadag og mikudag kl. 13.00- 15.30, og eitt venjingarlið er týsdagar og hósdagar kl. 13.00-15.30 í tilsamans 8 vikur.
Vant verður likamligar venjingar í ein tíma, síðani er drekkamuður, og aftaná spæla vit spøl, hava spurnaðarkapping, ella tosa um ávís evni. Átta fólk eru á hvørjum liði. Møguleiki er fyri at keypa døgurða á Lágargarði teir dagar,
vant verður.

Høli: Venjngar eru á Lágargarði.

Klæðir: Gott er at vera í klæðum, ið eru løtt at røra seg í - umframt í fimleikaskóm.

Gjald:
Drekkamuður: 15.00 Kr
Døgurði: 40.00 kr
Hýruvognsskipan: 20,00 kr um dagin fyri íbúgvar í Havn, Hoyvík og Argjum
45,00 kr um dagin fyri íbúgvar í Kollafirði, Velbastað og Kirkjubø

Avboð:
Brúkarar, ið eta døgurða á Lágargarði, verða vinarliga bidnir um at siga frá, áðrenn kl 10.00 sama dag, um ikki ber til at koma.
Annars verða teir at gjalda fyri døgurðan.


Fysioterapeutur

Heimabúgvandi pensjónistar 65 ár og eldri, sum eftir knappliga íkomna sjúku ella brek hava mist kropsligan førleika, og hava tørv á at venja fyri at koma fyri seg aftur og betra um kropsligu førleikarnar.

Tað hevur týdning, at umsøkjarin er motiveraður at venja, og at hann hevur ítøkilig mál, sum hann ætlar at venja fram ímóti. Tað kann t.d. vera at ganga frá stovuni út í køkin, at fara til handils ella at vitja dóttrina í Vágum. Eisini hevur tað týdning fyri framgongd í venjingini, at umsøkjarin møtir til venjingina hvørja ferð.
Venjingin er tíðaravmarkað, í mesta lagi 12 vikur.

Venjingin er á Lágargarði, á Tjarnargarði ella heima hjá umsøkjaranum.

Er áhugi fyri at fáa venjing frá fysioterapeuti, verður umsóknarblað skrivað og sent fysioterapeutinum á Lágargarði. Fysioterapeuturin setir seg í samband við umsøkjaran, sum síðani metir um og visiterar til venjing.

Kunning
Røktar- og umlættingarheimið Lágargarður
Stoffalág 84
Postboks 1188
110 Tórshavn

Telefon 35 67 88
Fax 31 44 95

T-postur: lagargardur@torshavn.fo
Netsíða: lagargardur.fo