Heimasjúkrarøkt

Fólk, sum hava tørv á sjúkrarøkt heima, kunnu fáa hana frá Heimatænastuni undir Nærverkinum.

Røktin verður givin eftir tilmæli frá sjúkrahúslækna, kommunulækna ella eftir meting hjá sjúkrarøktarfrøðingi.

Røktin kann fevna um sárviðgerð, sproytur, heilivág, persónliga røkt og tílíkt. Sjúklingurin rindar einki fyri tænastuna.

Samband

Nærverkið
Postsmoga 3037
Argjavegur 26
FO-110 Tórshavn

Tlf. 36 00 00
Faks 36 00 01
T-postur: naerverk@nearverk.fo
Heimasíða: www.naerverk.fo

Avgreiðslutíðir:
Má.-hó. 9.00-16.00
Fríggjadag 9.00-15.00