kunning og samband

 
14 býbussar koyra í Tórshavnar kommunu. Ferðaætlanin sæst HER.

Bussarnir eru brúkaravinaligir og rúmsáttir hjá øllum – eisini fólki við barnavogni, fólki í koyristóli og illgongdum.
Bussarnir eru lættir, umhvørvisvinaligir og hóska seg væl til býkoyring.
Tørvs- og nøgdsemiskanning
Her ber til at lesa eina tørvs- og nøgdsemiskanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tórshavnar kommunu um reyðu bussarnar í kommununi. Kanningin kann verða lisin HER
Samband
Hevur tú spurningar um bussleiðina ber til at seta seg í sambandi við Snarskivuna, tel. 30 20 10

Katrin Nielsen
Ábyrgdarfólk fyri bussleiðina
torshavn@torshavn.fo
tel. 30 20 10
Vegleiðing
Lættið um koyringina og hjálpið bussunum at halda ferðaætlanina. Gerið vart við tykkum, tá ið bussurin nærkast, og verið til reiðar at fara í og úr bussinum, tá ið hann steðgar.

Barnavognar
Pláss er fyri tveimum barnavognum í senn í hvørjum bussi ella einum barnavogni og einum koyristóli.

Súkklur
Súkklur eru ikki loyvdar í bussinum.

Hundar

Loyvt er at hava førarahund og hundar í kurv ella tasku við í bussin.

Gloymdir/burturmistir lutir
Gloymdir/burturmistir lutir verða koyrdir í farstøðina í Steinatúni, tel 30 20 10.