Andlát

Avvarðandi skulu boða frá andláti til tann, ið førir kirkjubókina í sóknini, har tann deyði búði og so skjótt til ber boða gravaranum á kirkjugarðinum við Velbastaðvegin frá. Gravarin hevur tel. 30 20 31 og 21 05 70.

Deyðaváttanin frá lækna ella líkskoðarum skal fylgja við fráboðanini.

Í teimum førum, fólk doyggja á Landssjúkrahúsinum, er tað sjúkrahúsið, ið tekur sær av at boða myndugleikunum frá andlátinum. Sí lsh.fo.

Tey avvarðandi bíleggja sjálv kistu og útvega prest/talara, sangarar og berarar til bønarhald og jarðarferð. Eisini er tað uppgávan hjá teimum avvarðandi at seta seg í samband við gravaran í kirkjugarðinum, har líkið skal jarðast. Kommunan hevur ein líkbil, sum kann umbiðjast hjá Snarskivuni 30 20 10.

Gravsteinar eru ábyrgd hjá teimum, sum standa fyri gravstaðnum. Áðrenn tú setur gravstein upp, skalt tú tosa við gravaran á staðnum. 

Avvarðandi kunnu bíleggja sær pláss undir liðini á sínum kæru. Biðjast kann tó í mesta lagi um 3 pláss.

Tað kostar einki at verða jarðaður í kirkjugarðinum.

Kapellið við Velbastaðvegin
Varð bygt í 1951 eftir tekningum hjá H.C.W. Tórgarð, arkitekti. Endamálið var at hava eitt kapell, sum øll trúarsamfeløg kundu brúka til jarðarferðir. Tórshavnar kommuna eigur kapellið við Velbastaðvegin.

Stórar umvælingar vórðu gjørdar í bygninginum í 2006. Kapellið hevur millum annað fingið basaltgólv við hita, nýggjar beinkir, skifurtak, hoyriútgerð, nýggja ljósakrúnu og lampur, og haraftrat eru útveggirnir umvældir. Umleið 200 sitipláss eru í kapellinum.

Hevur tú brúk fyri kapellinum í sambandi við jarðarferð, skalt tú venda tær til Snarskivuna
tel. 30 20 10

Kunna teg nærri
Gravarin
Tel. 30 20 31 og 21 05 70

Netsíða: Fólkakirkjan