Hvar er bussurin beint nú?
Á slóðini HER sært tú altíð, hvar bussurin er. Hetta er ein talgild tænasta til allar borgarar.

Litirnir á bussinum vísa tær ymisku leiðirnar, so tú sært, hvar bussarnir eru staddir beint nú.

GG! Tað kann koma fyri, at trupulleikar eru við skipanini. Bussurin kann standa fastur ella kann knappliga hvørva.
Vegleiðing
Lættið um koyringina og hjálpið bussunum at halda ferðaætlanina. Gerið vart við tykkum, tá ið bussurin nærkast, og verið til reiðar at fara í og úr bussinum, tá ið hann steðgar. Hevur tú spurningar ella klagur, kanst tú ringja tel 30 20 10.

Barnavognar
Pláss er fyri tveimum barnavognum í senn í hvørjum bussi ella einum barnavogni og einum koyristóli.

Súkklur
Súkklur eru ikki loyvdar í bussinum.

Hundar

Loyvt er at hava førarahund og hundar í kurv ella tasku við í bussin.

Gloymdir/burturmistir lutir
Gloymdir/burturmistir lutir verða koyrdir í farstøðina í Steinatúni, tel 30 20 10.