Røktarheimið Tjarnargarður
Bygningurin er gamla Marinustøðin, sum bleiv umbygd til røktarheim. Búfólk fluttu inn í oktober 2004, og dagtilhaldið byrjaði í januar 2005.

Nýggjur bygningur bleiv bygdur aftrat í 2008 og í dag hevur Tjarnargarður tríggar búeindir. Í gamla bygninginum húsast Kristianslon, har 5 hjún búgva. Í nýggja bygninginum eru tvær búeindir, Luddalon og Lavalon, har búgva 12 fólk í hvørjari eind.
Dagtilhaldið Tjarnarlon er fyri minnisveik, sum megna at búgva heima. Tey koma á Tjarnargarð og fáa ein skipaðan gerandisdag. Pláss er fyri 10 fólkum.

Á Tjarnargarði starvast ein blandaður hópur av fakfólki: Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, ergo- og fysioterapeutar, køksstarvsfólk, vaskifólk, skrivstovufólk og húsavørður.

Virðisgrundarlag
Vit meta tryggleika, umsorgan og trivnað høgt. 
Vit stremba eftir at vera um menniskju í teirra heild, har rúmd er fyri ymiskum áskoðanum.
 Málið er, at búfólk/brúkarar eftir førleika fáa ein virknan gerandisdag, har mennandi tiltøk verða raðfest høgt. Tey avvarðandi eru virðismiklir samstarvsfelagar, sum verða tikin við í avgerðum.

Vit starvsfólk hava virðing og umsorgan fyri hvørjum øðrum, vísa opinleika, álit og loyalitet.

Vit leggja dent á fakliga menning innan røkt og umsorgan fyri búfólki/brúkarum og geva vitan víðari eisini til avvarðandi.

Vit leggja dent á tagnaðarskyldu og loyalitet bæði á Tjarnargarði og uttanfyri.

Kunning/spurningar
Røktarheimið Tjarnargarður
Hoyvíksvegur 58
100 Tórshavn

Telefon 30 20 75
Fax 31 03 75

Lavalon/Luddalon 30 20 77

Kristianslon 30 20 85

Dagdeildin 30 20 78