Frítíðaskúlin í Sankta Frans 



Frítíðarskúlin í Sankta Frans er undir Børn og Ung í Tórshavnar kommunu og húsast í sama bygningi sum forskúlin á skúlanum. Síðani 2011 hevur frítíðarskúlin verið fyri børn úr forskúlanum í Sankta Frans. Børnini eru vanliga um 5-7 ára aldur. Frítíðarskúlin byrjar kl. 11.20. eftir at børnini hava verið í skúla. Mikudagar er skúladagurin nakað longur, og tá fara børnini í frítíðarskúlan kl. 12.20. Børnini hava matpakka við í frítíðarskúla, sum verður etin á middegi. Millummáli fæst á stovninum áleið kl. 14.30.

Endamál
Umframt at arbeiða fyri at vera eitt trygt og gott stað har børnini trívast og mennast, leggja vit serligan dent á trý øki:
- Spæliumstøður, sum birta undir frælsa spælið
- Náttúru og uttandura upplivingar
- Møguleikar fyri rørslu

Á stovninum starvast umframt leiðarin námsfrøðingar og hjálparfólk.
Frítíðarskúlin í Sankta Frants
Villumsgøta 13
100 Tórshavn

Tel: 21 88 09   
T-postur: sandram@torshavn.fo

Leiðari: Sandra Mikkelsen
Tel 21 88 95