Ungdómshús


Ungdómshúsini eru undir einum stovni. Kommunan hevur valt at tey skulu vera frítíðarstøð til tey ungu í kommununi. Ungdómshúsini hava ymiskt opið, men allastaðni er opið um kvøldið gerandisdagar og vikukifti.

Orsøkin til, at alt fleiri skipað ungdómshús lata upp er, at kommunan vil fyribyrgja, at ung koma út á skeiva kós, ganga út úti á gøtunum og keða seg, og enda í smákriminaliteti. Ungdómshúsini eru øll ein partur av SSP-samtakinum. 

Ungdómshúsini hava øll eitt mentanarligt fokus sum ger, at starvsfólk í ungdómshúsum oftast eru ein blandingur av námsfrøðingum, tónleikarum, sjónleikarum, listafólki og ítróttarvenjarum.

At kenna seg væl

Eitt av høvuðsendamálunun hjá ungdómshúsum er, at tey ungu skulu kenna seg trygg, hoyrd, sædd og vird. Tey ungu, sum koma í ungdómshúsini, skulu vita, at húsið er til fyri tey, og at tey hava rætt til at siga frá møguligum ynskjum og broytingum. 

Ungdómshúsini rúma ymiskleikanum hjá teimum ungu. Tað er við til at tolsemið verður ment, eins og tað eisini er eitt av týdningarmiklu virðunum hjá ungdómshúsunum.

Aktivitetir sum námsfrøðiligt amboð

Afturat dagliga námsfrøðiliga arbeiðinum, sum m.a. er at geva teimum ungu møguleika at menna sínar sosialu, kensluligu, skapandi, mentanarligu og samfelagsligu førleikar, eru skipaðu aktivitetirnir í ungdómshúsunum eisini eitt námsfrøðiligt amboð. 

Aktivitetirnir virka við til, at omanfyri nevndu førleikar verða mentir, eins og teir eisini birta upp undir felagsskapin millum tey ungu.