Barna- og Ungdómshúsið Látrið

Barna og ungdómshúsið lat upp 1. september 2009. Vit halda til í miðbygninginum á Látrinum. Tilboðið er fyri børn og ung í aldrinum 10 til og við 18 ár.

Vit hava teldur, sjónvarp, stórskýggja, Playstation, Nintendo Wii, airhockey, borðfótbólt, ymisk spøl o.a. Verkstað til kreativt og tónleikarúm.

Vit skipa fyri ymiskum tiltøkum. s. s. lista, dansi og tónleikaskeiði.

3. hvønn mánað skipa vit saman við hinum ungdómshúsunum í kommununi fyri rúsfría tiltakinum "Náttin er ung" í Dansifrøði.

Upplatingartíðir:
4 til 7 flokk
Mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag frá kl. 15.00 til 18.00

6 flokk til 18 ár
Mánadag, týsdag, mikudag og fríggjadag frá kl.18.30 til 22.00
Kunning/Spurningar
Barna og ungdómshúsið Látrið
Válagøta 7
270 Nólsoy

Tel. 30 24 62
Fartel. 21 00 76

T-postur: latrid@torshavn.fo
Netsíða: facebook.com/latrid

Leiðari: Jensa Poulsen
Upplatingartíðir: 07:00-17:00