Søguligt yvirlit

Í 1898 varð ein ø 75 mm vatnleiðing løgd undan Gráasteini og heim í býin, og er hetta fyrsta kommunala vatnleiðing í Føroyum. Vatnpostar vórðu settir upp í teimum ymisku býlingunum, og har kundu havnaborgarar, sum vóru 1600 í tali, fáa sær vatn.




Havnafólk, og tá serliga konufólki, vóru von at taka vatn úr Stóradammi í Havnará, og niðanfyri Stóradam var áin brúkt at vaska klæðir í.

Síðani Gráastein í 1898 hevur brúksvatn eisini verið tikið ymiska aðrastaðni, og her kunnu vit nevna undir Varða, í Svanga og úr Villingadali.




Kommunan er nógv vaksin, bæði í vídd og fólkatali, og eru í dag 14 størri og smærri vatnreinsiverk, og fáa so at siga allir borgarar sóttreinsað vatn.

Størstu avbjóðingar fyri framman eru at fáa nýtt reinsiverk í Havnardali og eina vatnbyrging í Kollafirði.

Er áhugi fyri at vita meiri um vatnveitingina í Havn, verður her víst á bókina hjá Finni Johansen „Vatnveiting í Tórshavn í 100 ár“.