Politikkur og ávirkan
Ávirkan
Tú kanst samskifta við og ávirka leiðsluni í kommununi á fleiri hættir. Tann mest beinleiðis ávirkanin er at fara á val 4. hvørt ár og harvið vera við til at avgera, hvør stjórnar kommununi.
Men millum valini kanst tú seta teg í samband við bæði politikkarar og umsiting. Gjøgnum heimasíðu kommununar kanst tú seta starvs- og embætisfólki spurningar og avgreiða hópin av málum beinleiðis.
Val
Fyri at kunna atkvøða á kommunuvali skalt tú hava valrætt. Tað merkir, at tú uppfyllir treytirnar fyri at fáa valkort, tað merkir at tú ert minst 18 ár og hevur fastan bústað í kommununi.
Ert tú á vallistanum fært tú sendandi valkort til kommunuval, løgtingsval og fólkatingsval.
|