Kommunuval

Kommunuval er fjórða hvørt ár annan týsdag í november. Til Tórshavnar býráð verða valdir 13 limir.

Fyri at kunna velja og stilla upp til kommunuval í Tórshavnar kommunu, skalt tú vera fylt/-ur 18 ár og hava heimarætt í Føroyum. Eisini skalt tú vera tilmeldað/-ur hjá fólkayvirlitinum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur fyri valdagin og framvegis vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin.

Borgarar úr øðrum londum, ið hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum, hava eisini rætt at velja og stilla upp til kommunuval.

Uppstilling fer fram á vallista, har í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 stillarar kunnu stilla millum 1 og 17 valevni upp til býráðið.

Í Tórshavnar kommunu er siðvenja at hava politiska uppstilling, t.v.s. at valevnini verða stillað upp í politisku flokkunum, ið vit kenna frá landspolitikki.

Ein valnevnd, sum býráðið velur, hevur evstu ábyrgdina av valinum í kommununi. Aftrat henni eru valstýri, sum taka sær av valinum úti í teimum ymsu atkvøðuøkjunum.

Nýggja býráðið tekur við 1. januar árið eftir valið og situr í fýra ár.

Kunning/Spurningar
Hevur tú fyrispurningar ber til at venda sær til Snarskivuna

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo