Løgtingsval

Tá løgtingsval verður útskrivað, skulu ganga í minsta lagi 4 og mesta lagi 5 vikur til valdagin.

Einhvør, ið hevur fylt 18 ár er danskur ríkisborgari og er heimahoyrandi í Føroyum, hevur valrætt, um hann ikki hevur fingið frátikið rættarliga myndugleikan.

Lesandi uttanlands
Útisetar í útbúgvingarørindum hava valrætt, um teir hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans frammanunda fráflyting. Fyri at koma á vallistan skulu tey í útbúgvingarørindum tó søkja um upptøku á vallistan í kommunu teirra, har tey seinast vóru skrásett. Umsóknin skal skrivast á umsóknarblað og latast viðkomandi kommunu saman við lestrarváttan.
 
Umsóknarblaðið fæst HER.

Upptøkan á vallista er galdandi í 2 ár, so má søkjast av nýggjum.

Valstøð í Tórshavnar kommunu
Í Tórshavnar kommunu verður atkvøtt á hesum støðum:

Veljarar í Hesti og Koltri atkvøða í bygdastovuni í Hesti
Veljarar á Velbastað, Kirkjubø og Syðradali atkvøða í skúlanum á Velbastað
Veljarar á Argjum atkvøða í Róðrarneystinum á Argjum
Veljarar í Kalbaksbotni og Kalbak atkvøða í skúlanum í Kalbak
Veljarar í Nólsoy atkvøða í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy
Veljarar í Tórshavn, Hoyvík, Sund, Mjørkadali og Norðradali atkvøða í Høllini á Hálsi
Veljarar í Kollafirði atkvøða í skótahúsinum í Kollafirði

Atkvøðugreiðslan byrjar kl 10.00 og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Løgtingsvallisti fyri FO í útbúgving uttan fyri FO.pdf

Brævatkvøður
Sjófólk, sjúk og onnur, sum er burturstødd valdagin, hava møguleikan at brævatkvøða. Sjófólk og onnur, sum eru stødd uttanlands valdagin kunnu atkvøða 4 mánaðar fyri valdagin, meðan tey, sum liggja sjúk, ella sum av øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu brævatkvøða eina viku fyri valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.

Fólk skulu hava valkort og samleikaprógv við. Er valkortið burtur, ber til at fáa nýtt í Snarskivuni.

Brævatkvøður í Føroyum
Veljarar, ið eru staddir í Føroyum, kunnu brævatkvøðuna á einum fólkayvirliti í einhvørjari kommunu í landinum – eisini í heimstaðarkommununi, har veljarin er á vallista. 

Gevið Gætur at : Í Tórshavnar kommunu verður brævatkvøtt í Snarskivuni á Vaglinum. 
  • Veljarar, ið liggja á sjúkrahúsi ella øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella eru undir læknaviðgerð heima, kunnu greiða atkvøðu á sjúkrahúsinum ella stovninum við at boða kommununi frá á tel. nr. 30 20 10.
  • Veljarar, sum 31. august 2015, eftir kl 16.00 verða greiðir yvir, at tað ikki ber til at koma á valstaðið valdagin, kunnu gera avtalu um at brævatkvøða uttan fyri vanliga arbeiðstíð, ella við hús, við at ringja á tlf 21 20 11
  • Veljarar, ið sita í varðhaldi, kunnu greiða atkvøðu hjá løgregluni.

  • Sjófólk kunnu brævatkvøða hjá einum mynstringarstjóra.


Brævatkvøður í Danmark og Grønlandi
Veljarar, ið eru staddir í Grønlandi ella Danmark, kunnu greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, td. sendistovur og fólkayvirlit.

Brævatkvøður í øðrum londum
Veljarar, ið eru staddir uttanlands, kunnu greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum.

Brævatkvøður umborð á skipi
Sjófólk kunnu greiða atkvøðu umborð á viðkomandi skipi.
Kunna teg nærri
Til ber at venda sær til Snarskivuna, telefon 30 20 10 ella senda t-post á torshavn@torshavn.fo.

Telefon uttan fyri vanliga arbeiðstíð: 21 20 11

Nærri Kunning á: 



Umsóknarblað
til lesandi uttanlands her


Valstýrini fyri løgtingsvalið
Sí hjálagt skjal: VALSTÝRI.pdf
Vallistar og valkort
Tá ið val er útskrivað, letur kommunan gera vallistar til øll valstøð og valkort við støði í upplýsingum í fólkayvirlitinum.

Vallistarnir liggja alment frammi í eina viku í Snarskivuni. Valkort verður sent øllum við postinum.

Manglar tú valkort, les nærri niðanfyri.
Kærur
Um einhvør er ónøgdur við ikki at hava fingið valkort, villu er í valkortinum, um persónur ikki er komin á vallistan ella av órøttum er komin á vallistan, kann kærast til kommununa, sum viðgerð kæruna beinanveg.

Manglar tú valkort e.l.
Vantandi valkort ella villa í valkortinum verður rættað við útskriving av nýggjum valkorti. Vantandi skráseting á vallista ella villa á vallistanum, verður rættað á listanum.

Slíkar rættingar kunnu gerast til og við valdagin. 

Tað er Snarskivan sum móttekur kærur. Á sjálvum valdeginum verður hetta gjørt á valstaðnum og ikki í Snarskivuni.