Eldrasambýli
Kommunan hevur tvey sambýli fyri eldri fólk. Í eldrasambýlinum Oman Hoydalar búgva 9 fólk, og í sambýlinum í Kollafirði eru 7 búfólk.
Eldrasambýlini er ætlað fólki, ið eru meira sjálvbjargin enn búfólk á røktarheimum.
Umsóknarbløð til eldrasambýli eru at fáa í Snarskivuni tlf. 30 20 10.
Sama visitatiónsnevnd, ið ávísir ellis- og røktarheimspláss, ávísir eisini plássini í eldrasambýlunum.
|