Kunning um søla og tiltøk frá Kunningarstovuni

Øll tey, ið ynskja at fáa ein bás til jólasøluna í gongugøtuni í ár, verða biðin um at senda ein teldupost til Kunningarstovuna á torsinfo@torshavn.fo. Vinaliga greiðið frá, hvat tit ynskja at selja og í hvussu nógvar dagar. Minst eisini til at skriva telefon nr. hjá kontaktpersóninum. Tað ber eisini til at fylla út sjálvavgreiðsluna her.

Depositum
Eitt depositum á kr. 1000,- skal gjaldast á Kunningarstovuni, tá biðið verður um ein bás. Depositum verður afturgoldið, tá felagið/flokkurin/einstaklingurin hevur mannað básin teir dagar, sum avtalað varð framanundan.


Sølubásar vera hesar dagarnar:
Leygardagin 26. november kl. 10.00 – 20.00
Leygardagin 10. desember kl. 10.00 – 20.00
Leygardagin 17. desember kl. 10.00 – 20.00
Sunnudagin 18. desember kl. 10.00 – 20.00
Mánadagin 19. desember kl. 10.00 – 20.00
Týsdagin 20. desember kl. 10.00 – 20.00
Mikudagin 21. desember kl. 10.00 – 20.00
Hósdagin 22. desember kl. 10.00 – 20.00
Fríggjadagin 23. desember kl. 10.00 – 20.00

vh
Kunningarstovan