Minnissvinn
Eldraráðgevarnir hjá Tórshavnar kommunu hava útbúgving sum demenssamskiparar og kunnu ráðgeva, um tú ella onkur av tínum næstringum hava minnissvinn (demens).
Fyrsta teknið um demens er, at tú fert at gloyma ymiskt, t.d. hvat hendi í gjár, hvat júst er sagt, ella hvar lyklarnir liggja. Hinvegin kanst tú saktans minnast, hvat hendi fyrr í tíðini á barna- og ungdómsárum. Les meira um sjúkueyðkenni her. (slóð til Alzheimerfelagið)
Demenssamskipararnir kunnu koma á heimavitjan og tosa um støðuna. Eisini kunnu teir vísa á tilboð í kommununi til fólk við minnissvinni og teirra avvarðandi.
Heim og dagtilhald
Í kommununi er eitt røktarheim, ið burturav tekur sær av fólki við minnissvinni. Tað er heimið við Vallalíð, ið læt upp í desember 2005. Pláss er fyri 16 búfólkum. Á Lágargarði er ein búeind burturav til minnisveik, ið hýsir 16 fólkum.
Haraftrat hevur Tjarnargarður eina dagdeild til minnisveik, har 12 fólk kunnu vera í senn. Og í Stjørnulon í Jøkulsstræti er dagtilhald til 8-10 minnisveik fólk.
|