Kort yvir øki 1, 2 og 3



Hav í huga
Tøkt pláss verður boðið elsta barninum á bíðilistanum.

Kommunan er býtt í trý øki. Børn verða tikin upp í tí øki, har bústaðurin liggur. Tá ið barn er tikið upp á stovni, ber bara til at søkja um at flyta stovn, hevur barnið flutt bústað í annað øki.

Foreldur, sum búgva uttanlands, og eru í útbúgving ella hava eina ávísa uppgávu at loysa, kunnu fáa børnini ansað í tveir til seks mánaðir móti váttan frá útbúgvingarstovni ella arbeiðsgevara.

Uppsagnarfreistin er 2 mðr.

Bíðitíð til ávísan stovn
Serliga á sumri kann vera bíðitíð at sleppa inn á ávísar stovnar, tí flestu plássini eru fyrst tøk í august. Ber ikki til hjá foreldrum at bíða til august, finnur Snarskivan fyribils pláss á øðrum stovni í kommununi, ynskja foreldrini tað.