Foreldragjald 2017
Vøggustovupláss 2.650 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Barnagarðspláss 1.640 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Frítíðarskúli 902 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið.

Frítíðarskúli í 3.flokki 451 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið

Frítíðarskúla á Miðstovninum 1.230 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Forskúlabørn í frítíðarskúla 1.057 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið.


Systkinaavsláttur

Hevur tú fleiri børn á stovni, rinda tú bara fyri tað yngsta barnið. Sostatt rindar eingin meira enn tað, ið eitt vøggustovupláss kostar.

Dømi: Hevur tú eitt barn í vøggustovu og eitt í barnagarði, er mánaðarligi avslátturin kr. 1.640.


Serligt fyri 3. flokk í frítíðarskúla

Systkinaavsláttur og frípláss er ikki galdandi fyri frítíðarskúla í 3.flokki. Uppsagnarfreistin er ein mánaður galdandi frá fyrsta degi í hvørjum mánaði.


Manglandi gjald
Fer eftirstøðan fyri at hava barn á dagstovni upp um 2 mánaðir, kann kommunan siga plássið upp.


Hvat er eitt systkin?

- Lívfrøðilig systkin, ið bæði búgva hjá antin faðir ella móður, ið hevur foreldramyndugleikan.
- Ættleidd systkin, stjúksystkin, sum hava sama bústað sambært fólkayvirlitinum.

Til tess at fáa systkinaavsláttur skal barnið búgva í Tórshavnar kommunu.

Búgva foreldrini ikki saman, men hava felags foreldramyndugleika, verður barnið roknað sum systkin, har barnið býr sambært fólkayvirlitinum, saman hvørt barnið býr javnt nógv hjá báðum foreldrum.

Reglurnar fata um børn, ið ganga í barnagarði og í Frítíðarskúla sambært løgtingslóg um dagstovnar.


Sig upp dagstovnapláss
Tá ið barnið verður tilmeldað vøggustovu ella barnagarð í Tórshavnar kommunu, verður ein enda dagfesting sett inn í skipanina hjá kommununi. Henda dagfestingin er í august í tí árinum, barnið gerst 7 ára gamalt og vanliga fer í skúla. Skal barnið flyta stovn, ella fer tað í skúla áðrenn hesa dagfesting, skulu foreldrini boða kommununi frá hesum.

Tá ið tit skulu siga upp plássið á dagstovni, boða foreldrini frá hesum umvegis sjálvgreiðsluna. Ikki fyrr enn hetta er gjørt, fellur mánaðarliga dagstovnagjaldið burtur.

Uppsagnartíðin til dagstovnapláss í Tórshavnar kommunu er 2 mánaðir frá 1. ella 15. Í mánaðinum at rokna. Uppsagnartíðin fyri børn, ið nýta frítíðartilboðið í 3. flokki, er ein mánaður frá 1. í mánaðinum at rokna. Hetta er galdandi, flytur barnið stovn innanhýsis í kommununi og í aðra kommunu.

Góður siður er somuleiðis at boða starvsfólkum á stovninum / leiðaranum á dagstovninum frá, at barnið gevst.