Vatnkanningar

At vatndygdin er í lagi merkir, at ávís markvirði verða hildin. Eitt nú virði fyri lit, klárheit, pH og bakteriur. Til dømis mugu sjúkuelvandi bakteriur, so sum e.colibakteriur ikki staðfestast í vatninum.

Kanningartíttleikin er í høvuðsheitum tengdur at fólkatalinum, sum fær vatn frá einum ávísum vatnverki. Eitt nú verður drekkivatn úr Villingadali kannað mánaðarliga, meðan drekkivatn úr Nólsoy verður kannað annan hvønn mánaða.

Sí annars Kanningartíttleiki 2012, á síðuni Kanningarúrslit , sum vísir nær og hvar kanningar verða gjørdar.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan kannar drekkivatnið mánaðarliga sambært ymiskum kemiskum og mikrobiologiskum parametrum. 

Tórshavnar kommuna

Tórshavnar kommuna hevur harafturat eitt innaneftirlit, har vatnið verður kannað mánaðarliga, men tvær vikur forskotið frá kanningunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Tær kommunalu drekkivatnskanningarnar umfata bert e.coli og koliformar bakteriur. Hetta eru tær, sum oftast kunnu elva til trupulleikar. Við hesum fær kommunan fleiri kanningarúrslit og trygdin fyri dygdini økist.

Trýst á snarslóðina Kaningarúrslit  niðanfyri, har síggjast úrslitini av vatnkanningunum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Tórshavnar kommuna gera hvør í sínum lagi. Eisini síggjast mikrobiologisk umsýn, sum verða tikin, tá drekkivatnið ikki lýkur markvirðini.


13 Vatnverk
Yvirlit
Drekkivatn
Kanningarúrslit
Fyrsta vatnleiðing
Søguligt yvirlit
Samband
Hevur tú spurningar viðvíkjandi vatnveitingini ella er ólag á vatnveitingini kanst tú ringja til:

Snarskivan,
tlf. 302010 ella
vatnmeistaran á tlf. 254016

Uttanfyri vanliga arbeiðstíð:
Tórshavnar Sløkkilið, tlf. 302100 ella 318180