Tiltøk í Umhvørvisvikuni

Setanin
Hvar og nær: Skálatrøð sunnudag 29. apríl kl. 14.00.

Setanin verður ein hugnadagur fyri alla familjuna. Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini setur umhvørvisvikuna. Síðani fer Jóhanna Olsen at hugleiða um umhvørvi sum heild. Elin Lindenskov fer at handa stuðulin til heilsu- og umhvørvistiltøk.
Jógvan Olsen fer at greiða frá hvussu ymsu planturnar skulu handfarast. Uni Arge og Hanus G. Johansen framføra tónleik. Í Grønakova er møguligt hjá børnum at planta sína egnu plantu. Kaffi og køkur verða til keyps.

Plantið eitt træ
Hvar og nær: Skálatrø sunnudagin 29. apríl kl. 15.00-18.00. Niðanfyri  standa klokkutíður og dagfesting fyri bygdirnar.
Í ár verða munandi fleiri plantupakkar gjørdir enn vanligt. Til samans verða útlutaðir íalt 3.000 plantupakkar, ið eru samansettir alt eftir hvussu harðførar planturnar eru. Harvið kunnu borgarar velja sær plantur, alt eftir hvussu veðurhart er, har hesar verða settar og á tann hátt fáa sum mest at grógva. Pakki 1 eru tær harðførastu planturnar osfr.

Í sambandi við útlutan av plantum í Havn, kunnu børnini vitja í vakstrarbásinum (Grønikovi) har høvi verður at planta sína egnu plantu at taka heim við.

Áðrenn útlutanina verður kunnað um plantupakkarnar, hvørji gróðrarviðurskifti hóska best til ymisku planturnar og hvussu hesar eiga at verða plantaðar.

Plantupakkarnir eru hesir:
Pakki 1: Populus trichocarpa og Olearia moschata x nummularifolia
Pakki 2: Sorbus mougeotti og Hebe cockayniana
Pakki 3: Betula pubescens og Ozothamnus ledifolius
Pakki 4: Hoheria glabrata og Escallonia 'Donard Seedling'
Pakki 5: Larix kaempferii og Olearia macrodonta

Í Kollafirði og Hesti verða trøini deild út sunnudag 29. apríl kl. 15.00 hjá umsjónarmanninum á staðnum. Á Hvítanesi, í Kaldbak, í Nólsoy og í Kirkjubø/Velbastað verða trøini deild út 5. mai. hjá staðbundnu nevndunum.

Í ár verður onki stroyggj at fáa.

Umhvørvisveiða
Hvar og nær: Margarinfabrikkin mánadag-hósdag kl. 9.00 – 15.00
Umhvørvisveiðan er serliga ætlað til teir yngru skúlaflokkarnar og tey elstu børnini í barnagørðum.  Skúlar, barnagarðar og onnur verða biðin um at teknað seg til umhvørvisveiðuna á teldupostadressu fabrikkin@torshavn.fo. Børnini sleppa at evna, seyma og planta. Haraftur at fáa tey øll bollar og kakao

Teknikapping
Hvar og nær: Býarbókasavnið  mánadag 23. apríl til 3. mai.
Aldursbólkar og vinningar eru hesir:
Undir skúlaaldur…………………20”súkkla
1.-3. flokkur……………………... 24”súkkla
4. flokkur og eldri………………..26”súkkla

Býarbókasavnið hevur opið hvønn gerandisdag frá kl. 10-18 og leygardag frá 10-14. Tekningarnar verða latnar inn til Býarbókasavnið og seinasta freist at lata tekning inn er hósdag 3. mai. kl. 12.00
. Bogi Andreasen, býráðslimur handar vinningarnar á Býarbókasavninum 3. mai kl. 17.30.

Ruddingardagar

Hvar og nær: Mánadag 30. apríl og leygardag 5. mai
Mánadag 30.apríl fyri skúlar, handlar, virkir og stovnar.
Leygardagin 5. mai fyri eigarafeløg, ítróttafeløg, skótar og allir borgarar í Tórshavnar kommunu.
Her kanst tú taka niður nærri upplýsingar um ruddingardagarnar.

Grøn konsert

Hvar og nær: Á Vaglinum 3. mai kl. 19.00 – 23.00
5 bólkar koma at spæla. Kaffi, pannukøkur, pylsur fáast til keyps. Konsertin er fyri allar borgarar. Handan av tí Grønu Virðislønini og Etika Virðislønini verður kl. 19.00.

Gongutúrur

Hvar og nær: Frá oyggjarvegnum og oman ígjøgnum viðarlundina í Havndardali fríggjadag 4. mai kl. 14.00
Á túrinum verður ferðaleiðari at  greiða frá um vatnbyrgingina og viðarlundina og plantuvøkstur í Havnardali. Túrurin byrjar á oyggjarvegnum áraka vatnbyrgingina, og endar niðri við ánna, beint uttan fyri inngongdina til viðarlundina. Túrurin tekur áleið hálvanannan tíma. Tað vera Viggo Christiansen og Michael Jacobæus, sum koma at greiða frá á túrinum. Fólk verða biðin um at lata seg í stylvar ella góðar skógvar. Møtt verður við inngongdina til viðarlundina hiðani bussur koyrir niðan á oyggjarvegin.

Skótalið KFUM’s grilla við ánna eftir gongutúrin. Pylsur og sunkist verða at fáa. Tekning á uv@torshavn.fo í seinasta lagið mikudag 2. mai.