Umlætting

Heimabúgvandi røktarkrevjandi pensjónistar kunnu fáa umlætting. Umlættingarheimið hevur 7 umlættingarpláss, Lágargarður 2 og Boðanesheimið 1. Ein visitasjónsnevnd ávísir umlættingarplássini.

Ymiskt er, hvussu langt umlættingartíðarskeiðið er, men sami persónur kann í mesta lagi fáa umlætting í 90 dagar í einum álmanakkaári.

Kunna teg nærri
Umlættingarheimið
W.U. Hammershaimbsgøta 3
Tel. 31 55 22

Lágargarður
Stoffalág 84
Tel. 31 67 88
Faks 31 44 95
Heimarastova 35 67 82

Boðanesheimið
Yviri við Strond 95
Tel. 30 22 99
T-postur: info@bodanesheimid.fo