um sluppuna

Westward Ho TN 54 varð bygd í Grimsby í 1884 av Leaver & Co við einari bruttotonnagu áljóðandi 92.52 tons. Hon varð keypt til Føroya í 1895 og fram til 1940 var hon til fiskiskap undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Rockall og við Bjarnoynna.

Í seinnu helvt av 1920unum fekk hon motor og sum fleiri aðrar føroyskar sluppir, fekk hon eisini stýrhús og bátadekk.

Øll árini undir seinna Heimsbardaga sigldi hon vandasjógv millum Ísland, Føroyar og Aberdeen við fiski.

Eftir kríggið varð hon riggað til við línu um várið og til sildafiskiskap seinni um árið.

Seinasti túrur Westward Ho var til rættiligan fiskiskap var í 1964. Tá fekk hon motorskaða og varð løgd. Eingin hugur var at seta nýggjan motor í gamla skipið og eisini var tað ringt at finna manning, tí so nógv nýggj fiskifør vóru komin til landið.

Grunnurin keypti Westward Ho í 1966 frá táverandi eigara á Tvøroyri.

Omandeks hevur Westward Ho seinnu árini havt upprunaligu útsjóndina. Niðri undir hava lugar og kahytt verið óbroytt meðan salong og maskinrúm eru gjørd í nýggjari tíð.

Skipaslag:  Slupp
Heimstaður: Tórshavn
Radiofrámerki: XPXS
DSC-nummar: 231374000
Telefon umborð:  
BRT: 88,51
NRT: 34,70
Longd: 23,49
Breidd: 6,34
Dýbd: 3,23
Mototur: Volvo Penta
Motorur kW: 210 HK
Motorur smíðiár: 2005
Seglføring: .
Ravmagn: 240/24 V.Dc
Smíðistaður: Grimsby
Smíðiár: 1884
Tilfar: Eik
Tal á ferðandi: 56
Koyggjupláss: 16
Leiguprísur
Varðveitingarvert: ja
Eigari: Tórshavnar kommuna
Útgerðarmaður: Egil Simonsen 188 Tórshavn

Umsiting
Reglur um leigu
Viðtøkur