Tíðindi til Sluppvinir

Í samband við tiltakið „vind í seglini“ vórðu tvey siglingartoymini skipaði á fundi 19. febr. 2013, ið fara at skiftast at sigla við seglum í summar.

Sluppvinir – Endamál
hevur sum endamál at stuðla og luttaka í rakstrinum og varðveitingini av sluppini „Westward Ho“.

Tey fólk, sum av nevndini eru sett at hava dagliga umsitingina av sluppini um hendi, skipa arbeiðið í áhugabólkinum.
Reglugerð
§ 1.
Einstaklingar, feløg og felagskapir kunnu gerðast limir í áhugabólkinum.

§ 2.
Virknir limir: Hetta eru limir, sum verða við í dagliga rakstrinum.
Óvirknir limir: Hetta eru limir, sum ikki taka lut í tí dagliga rakstrinum, men hava áhuga í at stuðla peningaliga við einum árligum limagjaldi.

§ 3.
Árliga limagjaldið er kr. 200 fyri virknar limir, kr. 400 fyri óvirknar limir og kr. 1.000 fyri feløg.
Limagjaldið skal verða goldið innan 1. apríl.

§ 4.
Teir virknu limirnir hava ein virknan lut í viðlíkahaldinum av Westward Ho og manna, eftir nærri avtalu og førleika, sluppina í summarhálvuni, ella taka á annan hátt lut í rakstrinum gjøgnum árið.

§ 5.
Virknir limir: Gevur rætt til luttøku á serstøkum túrum fyri limir. Framíhjárætt til luttøku á møguligum túrum uttanlands.
Óvirknir limir: Kunning um virksemið hjá Westward Ho, og luttøku í møguligum tiltøkum fyri óvirknar limir.

§ 6.
Nevndin fyri ”Westward Ho” skipar fyri í minsta lagi einum árligum limafundi.

§ 7.
Um limur er í eftirstøðu í limagjaldi, kann limaskapurin verða strikaður.


Soleiðis samtykt av nevndini fyri ”Westward Ho” tann 22. juni 2005.
Tekna teg sum lim
Samband
Westward Ho
P.O.Box 103
FO-110 Tórshavn
Tlf. 311762
Fax 319059
E-mail: janus@torshavn.fo