Ungdómsstovan í Býlingshúsinum á Norðasta Horni.

Ungdómsstovan er fyri ung millum 12 og 18 ár.

Í ungdómsstovuni kunnu ung koma saman at hugna sær saman, spæla kort, telduspøl, Nintendo Wii, Playstation, vera á Youtube ella linka.

Uttan fyri ungdómsstovuna er góður fótbóltsvøllur. Tú kann vera eina løtu í ungdómsstovuni, hava steðg við einum góðum fótbóltsdysti á vøllinum og síðani inn aftur til teldurnar.

Tað eru altíð starvsfólk til staðar sum kunnu ráðgeva teimum ungu.

Ungdómsstovan er rús og roykfrítt umhvørvi.

Kunning/Spurningar
Býlingshúsið á Norðasta Horni
Ungdómsstovan
Granagøta 5
FO-100 Tórshavn

T-postur: no-ho@torshavn.fo

Leiðari: Óli Midjord
Tel. 21 09 06

Upplatingartíðir
Frá 5 flokk til 18 ár.
Mánadag og hósdag frá kl. 19.00 til kl. 22.30 

Frá 7 flokk til 18 ár.
Leygardag frá kl. 19.00 til kl. 24.00.