|
Marknaðardagur
Sunnudagin 17. juni 2012 frá kl. 13 til 18 skipar Margarinfabrikkin fyri stórum marknaðardegi í Margarinfabrikkini í Havn, har ein og hvør kann melda seg til at selja, hvat tey hava hug til.
Margarinfabrikkin fer at selja ymiskt til matna so sum vaflur, pylsur, soft ice og annað gott. Har afturat fara børn og ung frá Margarinfabrikkini, at undirhalda við tónleiki og dansi.
Øll eru vælkomin at selja klæðir, lutir, útgerð og annars alt tað, sum man kundi hugsað sær, tó ikki mat til matna. Kostnaðurin er 250 krónur fyri borðið og alt, sum luttakararnir selja, fer í egnan lumma. Hesar 250 krónurnar fara í eina pulju, sum skal nýtast til sjónleikaraferð til Danmarkar, har tey ungu skulu luttaka á árliga altjóða Teaterfestivalinum við leikinum ”Kennir tú Margar”, sum tey framførdu seinasta vár.
Um tú hevur okkurt at selja, skalt tú senda ein T-post til: fabrikkin@torshavn.fo Í teldupostinum skalt tú upplýsa, navn, tlf.nr., hvat tú ætlar tær at selja og hvussu nógv borð tú hevur brúk fyri. Freistin at melda seg til er fríggjadagin 14. juni 2012.
Um tað er eitthvørt, tú ynskir at spyrja um, skriva so til fabrikkin@torshavn.fo. Tað ber eisini til at brúka sjálvavgreiðsluna niðanfyri.
|