Mentanardagar í Koltri 2012

Í sambandi við at endurbyggingin av býlinginum Heimi í Húsi í Koltri verður liðug, skipa Koltursgrunnurin og Tórshavnar kommuna fyri mentanardøgum við áhugaverdum tiltøkum í døgunum frá 21. til 24. juni. Tiltøkini byrja fyri innbodnum hósdagin 21. juni, tá formliga handanin av verkætlanini fer fram, og har umboð fyri arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran verða til steðar, umframt fjølmiðlar.
 
Opin oyggj fyri almenninginum verður leygardagin 23. juni. Rundvísingar verða javnan, ella so ofta tørvur er. Mint verður á, at eingin handil er í Koltri. Verið ferðabúgvin og havi matpakka við.

Skráin er henda:

Hósdagur 21. juni
Handanin, fyri innbodnum 
11.00 av Gomlurætt
12.00 A.P.MØLLER-verkætlanin verður handað. Umboð fyri arbeiðstakaran, H.V.Lútzen P/F og arbeiðsgevaran, Koltursgrunnin, eru til staðar, tá yvirtøkan verður staðfest.
14.00 Úr Koltri

Fríggjadagur 22. juni
Tiltak, fyri innbodnum 
11.00 Av Gomlurætt
12.00 Koltur - Móttøka og rundvísing: ""Av Gróthústanga Heim í Hús"". Bjørn Patursson er ferðaleiðari og sigur frá.
13.30 Koltur - Heimi í Húsi: Formaðurin í Koltursgrunninum Gunnar Hoydal, bjóðar vælkomin. Aftaná verða røður hildnar og bjóðað verður til ábit við onkrum góðum aftur við.
15.30 Úr Koltri

Leygardagur 23. juni
"Opin Oyggj" fyri almenninginum 
Tiltak: Mentunardagur í Koltri
10.00 Kirkjubø. Suggan. Seksmannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði úti í Koltri í 1927, fer av bakkastokki í Sugguni í Kirkjubø. Báturin verður mannaður og rógvin/sigldur út í Koltur.
11.00 Taxasigling Gamlarætt - Koltur. Siglt verður so leingi belegningur er. Kostnaður , sí taxasigling í teiginum til høgru.. Nærri upplýsingar um fráferðir og túratal verður lýst á staðnum.
11.30 Koltur. Opin hús Heimi í Húsi í Koltri. Rundvísingar verða javnan, ella so ofta tørvur er. Mint verður á, at eingin handil er í Koltri. Verið ferðabúgvin og havi matpakka við.
13.00 Sandurin/Lógvin Koltur. Seksmannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði í Koltri í 1927, verður rógvið inn á Sandin/Lónna í Koltri. Jógvan Arge, formaður í mentanarnevnd Tórshavnar Kommunu, heldur røðu og báturin verður doyptur.
Samband
Taxa sigling
Skipað verður fyri taxasigling av Gomlurætt frá klokkan 11 og so leingi sum tørvur er.

Ferðaseðlakostnaður Gamlarætt - Koltur og retur:
1) Børn upp til 7 ár, ókeypis
2) Børn 7 til 14 ár kr. 60 aftur og fram
3) Vaksin kr. 120 aftur og fram.

Tað er Gunnar Skúvadal sum røkir siglingina.
Skráin
Her er dagførda skráin:

mentanardagar í Koltri. skrá.pdf(12 KB)



Legg til merkis, at skeivur ferðaseðlakostnaður er í PDF-skjalinum. Rætti kostnaður sært tú omanfyri undir TAXA-sigling.