Hátíðarhald í Áartúni 18. juli


Hátíðarhald verður mikudagin 18. juli 2012 kl. 11 í sambandi við, at Áartún verður liðugt.

Skrá:

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin

Eyðun Eliasen, arkitektur, greiðir frá verkætlanini “Áartún”

Jensina Olsen syngur “Kongaríkið í Bábylon”, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt

Tórmóður Djurhuus, sum er í ætt við áarstovubrøðurnar, heldur røðu

Blandað kór syngur sangin ”Útlegd”. Orð: Janus Djurhuus, satsur: Vagn Holmboe: Leif Hansen stjórnar

Beinta Háberg avdúkar standmyndina “Áarstovubrøðurnir”