Kloakk


Rottangatøming
Kommunan hevur gjørt eina tømingarskipan, har allir rottangar, reinsiverk o.a. verða tømd eina ferð um árið.

Umleið 2 vikur áðrenn tangin skal tømast, sendir kommunan eina fráboðan um, nær tangin verður tømdur. Er tangin minni enn 2 kubikk ov lítil sbrt. ásetingunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, kann kommunan gera av, at hann verður tømdur oftari.

Sambært leiðbeining hjá Umhvørvisstovuni skal rúmdin á einum vanligum húsarhaldstanga í minsta lagið vera 2 kubikk, svarandi til at fimm fólk eru í húsinum.

Tipt kloakkrør

Eru rørini tipt, skalt tú venda tær til Brennistøðina tel. 30 20 40, um tað er í vanligari arbeiðstíð. Uttan fyri arbeiðstíð skal ringjast til Sløkkiliðið tel. 31 81 80.

Kostnaðurin fyri hesa tænastu:
Fyri privat húsarhald: Í vanligari arbeiðstíð kr 750,- fyri tíman íroknað MVG, og uttan fyri vanliga arbeiðstíð kr. 1000,- fyri tíman íroknað MVG.  Fyri alment og vinnuligt virksemi: Í vanligari arbeiðstíð kr. 800,- fyri tíman umframt MVG, og uttan fyri vanliga arbeiðstíð kr. 1000,- fyri tíma umframt MVG.

Skanning av rørum
Tað ber til at kanna, hvørjum standi rørini eru í - eitt nú um tey eru brotin. Tórshavnar kommuna hevur eitt serligt myndatól til rør, ið kann avdúka ávísar trupulleikar. Vilt tú bíleggja eina rørskanning ella hava meira kunning, vinaliga vend tær til Snarskivuna tel. 30 20 10.