TANNLÆKNASTOVAN Í SUMMARFRÍ

Frá fríggjadegnum 23. juni til týsdagin 15.august 2017 kl. 8 fer Tannlæknastovan í summarfrí.

Avtala um bráðfeingis viðgerð fæst við at ringja til Snarskivuna, sum svarar telefonini fyri Tannlæknastovuna frá fríggjadegnum 23. juni 2017 kl. 11.30 til og við týsdegnum 15. august 2017 kl. 8

Vaktir verða hvønn hósdag kl. 9-11.

Minnist til at upplýsa, um talan antin er um tannapínu ella brotnan boyla (tannrætting)


Barnatannrøktin

Barnatannrøktin bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 til 18 ár í Tórshavnar kommunu alla neyðuga tannrøkt.

Tilboðið fatar bæði um vanligt eftirlit og viðgerð - og um tannrætting og skaðar.

Tænastan er ókeypis. Tannrøktin leggur stóran dent á fyribyrgjandi arbeiði. Frá tvey ára aldri verður barnið regluliga innkallað til kanningar. Miðhæddin í tannlæknastovuni í Tórsgøtu er innrættað til koyristólar.

Boð um eftirlit og viðgerð
Barnatannrøktin sendir teldupost og SMS-boð, tá ið børn og ung skulu til tannlækna.

Fyrstu boðini verða send við telduposti 14 dagar fyri avtaluna, og dagin fyri avtaluna verða eini boð send við SMS.

Tað er sera umráðandi, at øll senda barnatannrøktini ein teldupost og upplýsa teldupost og fartelefonnummar. Boðini verða at senda til: tann@torshavn.fo – til ber eisini at ringja 302525.

Skiftistíð
Øll ung í aldrinum 16 og 17 ár fáa tilboð um ókeypis tannrøkt. Ert tú fødd/ur áðrenn 1. januar 1999, mást tú sjálv/ur venda tær til Barna- og ungdómstannrøktina antin á tel. 302525 ella mail: tann@torshavn.fo og boða frá hesum. Øll fødd í tíðarskeiðinum millum 1. januar 1997 til 31. desember 1998 hava fingið bræv hesum viðvíkjandi.

Tannrætting
Sertannlækni í tannrætting kannar øll børnini í 5. flokki. Í hesum sambandi verður stór røntgenmynd tikin. Myndin vísir, um tenn og andlit búnast, sum tey eiga. Sertannlæknin metir um, um tenninar skulu rættast, og nær viðgerðin skal byrja. Tannrættingin er ókeypis, men treytað av, at tenninar verða væl røktar. Umleið fjórða hvørjum barni tørvar tannrætting.

Tannskaðar
Barnatannrøktin viðger ókeypis allan tannskaða, til tey ungu fylla 18 ár. Í summum førum er neyðugt at bíða endaliga at viðgera skaða til 20 ára aldur ella seinni.

Tað er tí umráðandi, at hava eina trygging, ið umfatar tannskaða. Skaðin skal verða fráboðaður tryggingini beinanveg. Tannlæknin hjálpir at fylla út skjølini.
Børn frá 0 ár til 18 ár
Smábørn upp til 6 ár
Skúlabørn
18 ár er nýggja aldursmarkið
Boð um eftirlit og viðgerð
Barnatannrøktin sendir teldupost og SMS-boð, tá ið børn og ung skulu til tannlækna.

Fyrstu boðini verða send við telduposti 14 dagar fyri avtaluna, og dagin fyri avtaluna verða eini boð send við SMS.

Tað er sera umráðandi, at øll senda barnatannrøktini ein teldupost og upplýsa teldupost og fartelefonnummar. Boðini verða at senda til: tann@torshavn.fo – til ber eisini at ringja 302525.
Átroðkandi viðgerð
Er tørvur á bráðfeingishjálp eftir vanliga arbeiðstíð, kunnu tit ringja til tlf. 302525, har fáa tit gjøllari boð.

Tannlæknastjóri: Sigrid Arge

Hava tit okkurt at spyrja um viðvíkjandi tænastuni hjá barnatannrøktini, eru tit vælkomin at tosa við okkum.
English version
You'll find information about the Children's Dental Clinic in English HERE.
Kunna teg nærri
Barnatannrøktin
Tórsgøta 23, 100 Tórshavn
Tel. 302525
Teldupostur tann@torshavn.fo
Upplatingartíðir:
Mánadag-fríggjadag kl. 8-15

Kollafjarðar Tannlæknastova
Kollfjarðarskúla,
Við Sjógv
410 Kollafjørður
Tel. 302556
Upplatingartíðir:
Mánadag-mikudag kl. 8-15

Tannrættingarstovan
Á skúlanum við Løgmannabreyt
Karlamagnussarbreyt 47
Postboks 3174
188 Hoyvík
tel. 302424

Upplatingartíðir:
Mánadag til hósdag kl. 8-15

Tannlæknastovan á skúlanum á Argjahamri
Glyvursvegur 44,
160 Argir
Upplatingartíðir:
Mikudag frá kl. 8-15