Góð Ráð
Busta tenn tvær ferðir um dagin
Bustar tú tenninar væl tvær ferðir dagliga við fluortannkremi og minnist til tanntráðin, hevur tú góðar tenn alt lívið. Eini góð ráð: tað styrkir tenninar, skolar tú ikki tannkremið av tonnunum, tá ið liðugt er at busta. Reinar tenn brenna ikki.

Tanntráður sleppur, har tannbustin noyðist at gevast
Tannbustin sleppur ikki inn millum tenninar. Tí er neyðugt at brúka tanntráð eina ferð um dagin - alt lívið.

Allar tenn skulu bustast
Fyri at tenninar ikki skulu brenna, skulu allar tenn verða bustaðar – eisini fyrsta tonnin. Vani vinnur.

Hjálpið barninum
Børn hava ikki neyðuga handalagið at busta tenn, fyrr enn tey eru 10-12 ára gomul. Tí eiga foreldur at busta tenninar hjá barninum dagliga.

Tú fært bara ein munn, ansa eftir honum
Góðir matar- og drekkivanar og vælbustaðar tenn tryggja góðar umstøður hjá tonnum og tannkjøti. Far væl við munninum, so fer hann væl við tær. Lærið børnini at fara væl við tonnunum, so gevur tú teimum eina gávu fyri lívið.

Tannlæknin er nokk so fittur
Tað er ein ring byrjan at hava tannapínu fyrstu ferð, tú ert hjá tannlækna. Hjálpið barninum at fáa jaligar upplivingar hjá tannlæknanum. Eingi hol er ein góð byrjan.

Barnatannrøktin arbeiðir fyri:

At børnini varðveita sterkar og frískar tenn alt lívið

At børnini kenna seg trygg hjá tannlækna

At børnini kunnu taka ábyrgdina av egnari tannheilsu