Vatnveiting

Borgarin eigur vatnleiðingina inni á egnum øki, og hevur hann eisini ábyrgdina av henni. Er leki ella annað brek á leiðingini, og borgarin sjálvur ikki er førur fyri at bøta um brekið, má VVS-innleggjari boðsendast.

Vatnverkið eigur og hevur ábyrgdina av vatnleiðingum á kommunalum øki.
Lekar og brek
Hevur tú illgruna um leka ella annað brek á kommunala vatnleiðingarkervinum, vinaliga boða Vatnverkinum frá umvegis Snarskivuna, tel. 30 20 10.