Umhvørvisvikan 2013


Umhvørvisvikan 2013 verður frá 6. mai til 12. mai. Tema er rudding og planting. Heitið er „Tak Upp og Set Niður“. Her verður sipað til, at fólk skulu taka upp eftir sær og seta trø ella plantur niður.

Í ár verður setanin við Býlingshúsið á Norðasta Horni. Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd, setir umhvørvisvikuna. Býráðslimir planta trø. Aftaná verður boðið til kaffi og køkur.


Ókeypis plantur
Skúlar, ítróttarfeløg, eigarafeløg, barnagarðar og stovnar í kommununi kunnu fáa ókeypis plantur í umhvørvikuni.
Teir av hesum stovnum, ið ynskja plantur, kunnu boða frá á uv@torshavn.fo skjótast til ber.

Plantið eitt træ
Tiltakið “Plantið eitt træ” verður á Vaglinum leygardagin 11. mai kl. 10.00 – 14.00. Fólk frá Tórshavnar kommunu fara at útlutað ókeypis plantupakkar til húskini í kommununi. Okkurt undirhald verður til børnini og eisini kemur HR-dansiband at spæla harmoniku tónleik fyri okkum. Ítróttarfeløg fara at selja kaffi og okkurt gott afturvið. Sum nakað nýtt í ár verður skipa fyri einum plantumarknaða á gongugøtuni, har møguleiki verður hjá borgarum at keypa fleiri plantur og trø til urtagarðarnar. Les meira um planturnar her: plantupakkar 2013 .pdf(868 KB)


Verið hjartaliga vælkomin!

Skráin
Mánadagur 6. mai
Týsdagur 7. mai
Mikudagur 8. mai
Hósdagur 9. mai, Kristi himmalsferðardag
Fríggjadagur 10. mai
Leygardagur 11. mai
Sunnudagur 12. mai
Gongutúrar
Tilmelding fer fram á Kunningarstovuni, telefon 302425.

Les meira um gongutúrarnar HER

Gongutúrar til Kirkjbøar.pdf (1,77 MB)     
Gongutúrar fyri Vestan.pdf (1,79 MB)  


Temakvøld
Trýst á her
Ruddingardagar
Trýst á her
Opið hús
Trýst á her
Gongutúrar
Trýst á
Samband
Hevur tú spurningar viðvíkjandi Umhvørvisvikuni kanst tú seta teg í samband við

Edith Jónsdóttur, samskipara
uv@torshavn.fo
tlf. 280430

Snarskivan
Vaglið · Postboks 32
110 Tórshavn
Myndarøðir