Opið Hús í Tórshavnar kommunu


Í Umhvørvisvikuni verður bjóða til "Opið hús"  á hesum støðum:

Skúlin á Løgmannabreyt:
Mánadagin kl. 13.00 og 15.00, rundvísing á skúlanum.

Skúlin á Argjahamri:
Mánadagin kl. 13.00 og 15.00, rundvísing á skúlanum.

Kommunala brennistøðin:
Mánadag, týsdag og mikudag, kl. 13.00 og 15.00, rundvísing frá Endurnýtsluni og niðan í Tinghúsið á Hjalla. Steðga verður við brennistøðina og á Jarnplássinum, tekur ca. 1 tíma.

Boðanesheimið:
Mikudagin, kl. 11.00, 13.00 og 15.00, rundvísing og síðani frágreiðing um sjóvarhita á uppvørpu saman við einum drekkamunni og saft til børnini, tekur ca. 1 tíma.

Vatnverkið í Villingardali:
Mánadag, týsdag og mikudag, kl. 13.00-15.00, rundvísing og frágreiðing um Vatnverkið.

Vindmyllurnar í Nólsoy:
Fríggjadagin, út við ferjuni kl. 16.20 úr Tórshavn, gongutúrur til vindmylluna og frágreiðing um verkætlanina o.a., ferjan fer avstað aftur úr Nólsoy kl. 18.20. Kostnaður fyri ferjuna er 45 kr. fyri vaksin og 22.50 kr fyri børn (7-15 ár).

Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilmelding til opið hús á uv@torshavn.fo, viðmerk hvar, hvønn dag og hvat klokkan tit ynskja at vitja, og hvussu nógv tit eru. Seinasta freist at tilmelda seg til opið hús er fríggjadagin 3. mai.