Temakvøld um urtagarðar

Mikukvøldið 8. mai frá kl. 19-21 fara Michael Jacobæus, landslagsarkitektur, Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, og Jákup Mørkøre, Hvítanesmaður/Kemiverkfrøðingur við serligum áhuga fyri urtagørðum, at greiða frá. Tiltakið verður í Posthúskjallaranum.

Sum brellbiti kann nevnast at tað verður umrøða av trøum og runnum, ið trívast væl hjá okkum í Føroyum, hvussu ein leggur eitt gott grundarlag við atliti til jørðildi og lívd, hvussu ein ger eitt hábed til køksgarðin, uppskot til staudir og botnplantur og royndir við urtagarði á Hvítanesi. Eisini verður umhvørvisstuðulin, Grønu - og Etika virðisløninar handaðar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skrá:
19.00 Vælkomin, Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd
19.10 Trø og runnar sum trívast hjá okkum. Tróndur Leivsson
19.40 Køkshavin, hábed staudir og botnplantur. Michael Jacobæeus
20.10 Mínar urtagarðs royndir. Jákup Mørkøre
20.40 Spurningar og steðgur
21.00 Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd handar Umhvørvisstuðulin
          Sigrún Mohr, býráðslimur handar Grønu - og Etika virðisløninar.