Ruddingardagar

Ruddingardagarnir verða skipaðir øðrvísi í ár. Tey sum luttaka skulu melda seg til og vera síðani við í einum lutakasti um ein trivnaðarpakka virði á kr. 20.000,-. Treytirnar eru, at tit melda ein bólk til á min. 10 og max. 30 persónar, at økið tit fáa útlutað verður ruddað og at tit senda 3-5 myndir frá degnum á uv@torshavn.fo.

Øll tilmelding á uv@torshavn.fo. 

Bingjur verða settar á hesi øki: Nólsoy, Kollafirði, Kaldbak, Hvítanesi, Hesti, Velbastað, Kirkjubø, Norðadali, Havnardali og Skálatrøð.  Á bygd eru ruskposar at fáa við bingjurnar.


Ruddingardagur fyri skúlar, barnagarðar, virkir, stovnar og handilsrekandi 7. mai
Ruskposar kunnu avheintast ókeypis á gomlu brandstøðini í Varðagøtu 5, mánadagin og týsdagin (6. - 7. mai) frá kl. 08.00 til 15.00.
Tá liðugt er at ruddað, kunnu tit stilla ruskposarnir fram við vegkantin og ringja á tlf. 254010 (Tórshavn) og 254003 (Kollafjørður)

Kommunan heintar ruskposarnir. Til ber eisini at koyra ruskposarnir niðan á kommunalu brennistøðini sum hevur opið til kl. 17.00. Seinasta freist at tilmelda bólkar til ruddingardagin er fríggjadagin 3. mai.

Almenni ruddingardagurin
Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og allar borgarar í kommununi. Ruddingardagurin verður 11. mai, ruskposar kunnu avheintast ókeypis í Umhvørvisvikuni, á gomlu brandstøðini í Varðagøtu 5, mánadagin til mikudag, fríggjadag og leygardag kl. 08.00 - 15.00.

Tá liðugt er at ruddað, kunnu tit stilla ruskposarnir fram við vegkantin og ringja á tlf. 254010 (Tórshavn) og 254003 (Kollafjørður) fyri at fáa posarnir avheintaðar. Ruskposarnar kunnu eisini avhendast á kommunalu brennistøðini, sum er opin frá kl. 10.00 - 17.00, tyrvingar- og jarnplássið er opið frá kl. 10.00 -16.00. Seinasta freist at tilmeldað bólkar til almenna ruddingardagin er týsdagin 7 mai.