Ruskinnsavning

Ruskinnsavningin fatar um øll húsarhald í kommununi, eisini íbúðir. Tvær ferðir um árið fáa øll húsarhald eina rullu av gráum posum til vanligt burturkast frá kommununi. Eru 5 fólk ella fleiri í húsinum, fær húsarhaldið tvey rull. Er tørvur á fleiri posum, ber til at keypa serligar kommunalar ruskposar í handlunum.

Borgarin keypir sjálvur rusksílat.

Nærri kunning um burturkast sæst HER.
Skráseting

Skráseting til ruskinnsavningina skal gerast hjá Snarskivuni tel. 30 20 10, sum síðani gevur ruskinnsavnaranum boð.

Sí annars ”Reglugerð um burturbeining av húsarhaldsburturkasti í Tórshavnar kommunu” HER.