Gongutúrar

Gongutúrur fyri vestan
Sunnudagin 12. mai verður skipað fyri gongutúri fyri vestan á Streymoynni. Farið verður við bussi av Vaglinum kl.14.00 og gingið verður so frá Sornfelli gjøgnum Vatnsdal til Norðadals.

Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er ein miðaltungur túrur, og útsýnið vestureftir og út til Kolturs er heilt framúr. Koyrt verður aftur til Havnar við bussi úr Norðadali. Túrurin er ókeypis, og tilmelding fer fram á Kunningarstovuni á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 302425.




Gongutúrur til Kirkjubøar
Kristi Himmalsferðardag 9. mai kl. 14.00 verður skipað fyri gongutúri frá Krossinum (har Velbastaðvegur og Kirkjubøarvegur møtast) til Kirkjubøar. Hetta er ein lættur túrur, sum flest øll kunnu ganga og ferðaleiðari verður eisini við.

Tá komið verður til Kirkjubøar standa skótar klárir við grillina. Farið verður aftur til Havnar við bussi uml. kl. 18.00. Túrurin er ókeypis, og tilmelding fer fram á Kunningarstovuni á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 302425.