Umhvørvisveiða

Margarinfabrikkin verður aftur í ár karmur um umhvørvisveiðu fyri børnini. Tiltakið verður fyriskipað sum ein postarenning nærindis Margarinfabrikkini við ymiskum spurningum um umhvørvisviðurskifti.

Eisini verður høvi hjá børnunum at planta sína egnu plantu at hava heim við, umframt at børnini fáa kakao og bollar tá veiðan er av.
Umhvørvisveiðan verður í døgunum mánadag 6. mai til fríggjadag 10. mai 2013 undantikið hósdagin 9. mai, allar dagarnar frá kl. 10-15.

Dagstovnar og skúlaflokkar kunnu tekna seg til umhvørvisveiðuna antin kl. 9, 11, 13 hesar dagar.

Tilmelding á Fabrikkin@torshavn.fo ella á tlf. 292117.