Skorsteinssóping

Sløkkiliðið veitir í vanligari arbeiðstíð ókeypis skorsteinssóping til borgarar í kommununi, sum búgva í egnum bústaði. Eftir kl. 16.00, um vikuskiftið og heiligdagar er kostnaðurin 625 kr. við mvg.

Gjaldið fyri útleigaðar bústaðir og virkir er 625 kr. við mvg í vanligari arbeiðstíð.
Skorsteinurin tiptur

Hevur tú illgruna um, at skorsteinurin er um at verða tiptur, kemur skorsteinssóparin alt fyri eitt. Boða frá hjá Sløkkiliðnum tlf. 30 21 00.