Á flot við Westward Ho

Á flot við Westward Ho er eitt tilboð til allar 6.flokkar í Tórshavnar kommunu.

Fiskikapping
Fiskitúrurin er skipaður sum fiskikapping millum 6. flokkarnar. Kappingin verður í september mánað í besta streymi.
Hvør flokkur fær tveir tímar at fiska í. Tann flokkur, sum fær flest fiskar, vinnur kappingina og fær vinnarasteyp til ognar.
Fiskur minni enn 25 cm. telur ikki við og verður settur út aftur.
Skiparin skal hava talið á fiskum, sum so verður sent Mentamáladeild býráðsins.

Hvar?
Vit royna fiskimið og plinkar á nærleiðum. Tó er ongantíð meiri enn 1 tími at sigla aftur til Havnar.

Trygd
Øll skulu vera í vesti á dekkinum.
Áðrenn loyst verður og meðan siglt verður út á fiskimið fáa næmingar/lærarar/foreldur kunning um trygdina umborð og hvørjar skipanir og mannagondir eru um eitthvørt óvanligt hendir. Kunningin tekur uml. ½ tíma.
Næmingar og foreldur eru umfatað av tryggingini hjá sluppini.

Ymiskt tilfar
Fyri lættri at øll kunnu seta seg inn í ymisk í sambandi við túrin, er ymiskt tilfar atkomuligt her á síðini „Á flot við Westward Ho“.

Bílegging av sluppini
Bíleggingin verður eftir leistinum „først til Mølle, først malet“.
Ávísir dagar eru avlagdir til „fiskidagar“ við 6. flokkunum í kommununi.
Eru spurningar annars, ber til at ringja 210330, 210185 ella 226203

Um veðrið ikki verður til vildar tann dagin farast skal, fær lærarin boð um hetta í seinasta lagi kvøldið fyri, so næmingarnir og foreldur kunnu fáa boð um telefonketuna hjá flokkinum.

Síðan verður nýggj tíð avtalað.

Samband
Westward Ho
P.O.Box 103
FO-110 Tórshavn
Tlf. 311762
Fax 319059
E-mail: janus@torshavn.fo