Boðanesheimið
Fyrstu húsfólkini fluttu inn í Boðanesheimið í desember 2012.

Arkitektarnir Albert Isfeldt og Gudmund Hansen hava teknað heimið, og er tað inrættað í tveimum hæddum við 4 búeindum. Boðanesheimið hýsir 64 pensionistum við ellisbrekum, varandi sjúkum og sum hava tørv á røkt. Niðriundir húsast 24 fólk í Strandarlon. Uppiá eru 3 búeindir: Traðarlon, sum hýsir 24 fólkum, Boðalon, sum hýsir 12 minnisveikum fólkum og Hólmslon, sum er serlig búeind bygd til at hýsa 4 frontaldementum. Í stóru felagslonini er stórkøkur, matarhøll, virkis- og venjingarstova og fyrisiting.

Hugsjón og setningur
Boðanesheimið - vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Í heiminum verður dentur lagdur á:
• at liva eitt lív, sum gevur meining og varveitir samleikan hjá húsfólkunum
• at fakliga dygdin av veittum tænastum verður sett í hásæti
• at heimið áhaldandi verður við til at menna heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk til heimabúgvandi pensionistar
• at starvsfólkini og húsfólkini í heiminum trívast, mennast og hava tað gott.

Boðanesheimið er merkt av tryggum og heimligum umhvørvi. Afturat tí er samsjóðað eitt starvslið til heimið, sum við støði í lívsøguni hjá húsfólkinum

• fakliga veitir dygdargóða røkt og umsorgan
• stimbrar eginumsorgan
• stuðlar einum virknum gerandisdegi

Samband
Boðanesheimið
Yviri við Strond 95
100 Tórshavn
Tel. 30 22 99
T-postur: info@bodanesheimid.fo

Leiðari
Jóngerð Guttesen
Samdøguruppafturvenjing
Her ber til at søkja um samdøguruppafturvenjing á Boðanesheiminum: HER