Lestrarhøli


Tórshavnar kommuna bjóðar lesandi at sita á Býarbókasavninum um jólini og í summarfrítíðini. Lestrarhølini eru á ovastu hæddini, ið verður latin lesandi burturav. Hølini liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna.

Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í frið og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima á jólum og í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini.

Lestrarhúsið er opið frá 15. desember 2016 til 15. januar 2017, og tað er opið, tá ið Býarbókasavnið er opið. Hølini lata uppaftur á sumri 2017. 

Upplatingartíðir:
mánadag - hósdag: 9 -21
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-16
sunnudag: 14-17

Snarskivan svarar spurningum viðvíkjandi lestrarhúsinum, tel 30 20 10.


Ókeypis net er í Lestrarhúsinum.


Kunna teg nærri
Tørvar tær meira kunning ella hevur tú einhvønn spurning viðvíkjandi Lestrarhølunum, so er at ringja ella skriva:

Høgni Reistrup
Tel 273044
T-postur: hognir@torshavn.fo