MENTANARSTUÐUL

Á mentanarøkinum hjá Tórshavnar kommunu eru hesir stuðulsmøguleikar:

- Mentanarstuðul - frá Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs
- Stuðul til íløgur - frá Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs
- Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
- Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein
- Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn

MENTANARSTUÐUL
Mentanarstuðul verður veittur einstaklingum og feløgum í kommununi til tiltøk, ið verða hildin at hava týdning fyri mentanarlív kommununnar. Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.

Mentanarstuðul kann verða latin til verkætlanir, tiltøk og átøk innan mentanarligt virksemi sum t.d. framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur. Eisini kann stuðul verða latin til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum v.m. um mentan og list og til frítíðarvirksemi so sum ítrótt og skótar. Stuðul verður ikki latin til verkætlanir, sum eru lidnar, ella tiltøk og átøk, sum hava verið.

Umsókn: Søkt verður um stuðul við serstøkum umsóknarblað, sum er at finna undir "Leinki" mitt á hesi síðuni. Umsóknin skal sendast inn í góðari tíð og vera kommununi í hendi í seinasta lagi 6 vikur, áðrenn tiltakið verður. Leiðreglur um stuðulin eru eisini at finna undir "Leinki" á hesi síðuni.
Gevið gætur: Mentamálanevndin, sum viðger umsóknir um mentanarstuðul, hevur vanliga ein fund um mánaðin. Á sumri er ein steðgur í juni, juli og august. Tí skulu umsóknir til verkætlanir og tiltøk á sumri sendast inn í serliga góðari tíð.

STUÐUL TIL ÍLØGUR
Stuðul til íløgur er stuðul, sum verður latin til íløgur í bygging, sum ítróttafeløg og frítíðarfelagsskapir standa fyri. Stuðul kann verða latin til nýbygging, útbygging og umbygging av felagshølum, anleggum til ítrótt og annað frítíðarvirksemi og útgerð. Stuðul verður ikki latin til vanligt viðlíkahald.

Umsókn: Søkt verður um stuðul við serstøkum umsóknarblað, sum er at finna niðast á hesi síðuni. Við umsóknini skal fylgja 1) Kostnaðarmeting við fíggingarætlan, 2) Tíðarætlan fyri byggingina og 3) Lýsing av byggiætlanini.

Leinki:
• 
Umsóknarblað

Leiðreglur til mentanarstuðul

Leiðreglur til stuðul til íløgur

-  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -  -

MINNISGRUNNUR SONNU AV SKARÐI
Stuðul til teirra, ið søkja sær útbúgving í handarbeiði. Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna „Minnisgrunn Sonnu av Skarði“.

Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Stuðul verður latin eina ferð um árið. Lýst verður í dagbløðum og á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Einki umsóknarblað er til stuðulin. Umsøkjarar skriva sjálvir eina umsókn við viðkomandi upplýsingum um umsøkjaran, útbúgving higartil og framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving, um verkætlan ella útbúgving, sum hann/hon søkir stuðul til, saman við tíðar- og kostnaðarætlan. Umsóknir merktar „Minnisgrunnur Sonnu av Skarði“ skulu sendast til Tórshavnar kommunu. 

Umsóknarfreistin er vanliga í mai ella juni.

- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -

SANGLEGATIÐ TIL MINNIS UM SONNU DAHL WAAGSTEIN
Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi.

Stuðul verður latin eina ferð um árið. Lýst verður í dagbløðum og á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Einki umsóknarblað er til stuðulin. Umsøkjarar skriva sjálvir eina umsókn við viðkomandi upplýsingum um umsøkjaran, útbúgving higartil og um verkætlan ella útbúgving, sum hann/hon søkir stuðul til, saman við tíðar- og kostnaðarætlan.

Umsóknir merktar „Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein“ skulu sendast til Tórshavnar kommunu.

Umsóknarfreistin er vanliga í mai ella juni.

- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -

FELAGSGRUNNURIN NUUK, REYKJAVÍK OG TÓRSHAVN
Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin. Grunnurin hevur til endamáls at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir býirnir taka lut, hava fyrimun.

Meira fæst at vita við at venda sær til Hannu Simonsen, málsviðgera, telefon 302010. Bæði einstaklingar og feløg, ið halda seg  lúka treytirnar fyri stuðli, kunnu søkja stuðul úr grunninum. Tað er av týdningi, at hetta umsóknarblaðið verður nýtt í sambandi við umsóknina, og at svarað verður so gjølla sum til ber.

Stuðul verður latin eina ferð um árið, á vári/sumri, og umsóknarfreistin er vanliga í apríl ella mai. 

Leinki til umsóknarblaðið HER.

Send umsóknina til
Teldupostur: torshavn@torshavn.fo

Tórshavnar kommunu

Postsmoga 32

110 Tórshavn
Fá meira at vita
Meira fæst at vita um stuðulin við at venda sær til Hannu Simonsen, málsviðgera, ella Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðara, tel. 302010.