Húsdjór
Eingi djór eiga at ganga leys á almennum økjum í kommununi.
Kommunan hevur aktingarmann at taka upp leys djór allar tíðir á samdøgrinum, og hetta verður gjørt í samstarvi við løgregluna. Fráboðanir um leys djór skulu gerast til løgregluna á tlf. 35 14 48.
Aktingarmaðurin syrgir fyri djórunum viðvíkjandi fóðri og at halda reint.
Ómerktar kettur verða avlívaðar beinanvegin. Hundar, ið ikki eru heintaðir innan 3 dagar eftir upptøku, verða avlívaðir. Seyður, gæs og hønur verða seld á uppboði eftir 8 dagar og ross eftir 14 dagar.
Tá eigari kemur eftir djóri, fær hann álagt eina bót. Hann skal haraftrat rinda eitt upptøkugjald fyri djórið og so eitt gjald fyri hvønn dagin, djórið hevur verið í varðveitslu hjá aktingarmanninum.
Umleið 50-60 ferðir árliga verða leys djór tikin upp í kommununi.
|