oman Gil


Øll 24 stykkini eru seld, og nú lata fólk sethús byggja.

Stórur hæddarmunur er í økinum, tí er alt gjørt undir einum. Fylt er upp soleiðis, at klárt er at byggja hjá fólki.

Grundstykkini eru í miðal 330 fermetrar til støddar og liggja oman fyri húsini millum Gilja. Atkomuvegur verður gjørdur soleiðis, at oman Gil er knýtt at nýggja innkomuvegnum til høvuðsstaðin.

Oman Gil verður skipað við fríøki og felags parkeringsøki.

Stykkini vórðu lutað út í desember 2014.

Tvey uppskot komu inn
Tórshavnar kommuna fekk tvey tilboð upp á útstykkingina oman Gil og arbeiðið at gera nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík. Hesi tilboð komu inn:

Articon: kr 27.886.268
J & K. Petersen: kr 24.804.771

Metingin frá ráðgevunum: kr 25.936.415

Upphæddirnar eru uttan mvg. Sáttmáli verður skrivaður við J & K Petersen. Upphæddin fatar bæði um fótbóltsvøllin og arbeiðið at gera grundstykkini byggibúgvin.

Tíðindaskriv mai 2014
Fyribils kostnaðarmetingin sigur, at prísurin verður kr. 1830 fyri fermeturin. Grundstykkini eru í miðal 330 fermetrar til støddar. Hetta merkir, at grundstykkini í miðal fara at kosta áleið kr. 600.000. Prísurin er enn óvissur, tí tilboðini upp á arbeiðið ikki eru komin inn enn. Tískil er talan um leysliga meting.

Um útstykkingina
Oman Gil liggur oman fyri millum Gilja. Atkomuvegur verður gjørdur soleiðis, at nýggju grundstykkini eru knýtt at nýggja innkomuvegnum til Havnar.

Stórur hæddarmunur er í økinum, tí verður grivið, fylt upp og slættað soleiðis, at klárt er hjá fólki at byggja.

Mest loyvda hædd og byggilinja
Mest loyvda hædd á húsum á stykkjunum 1-4 og 15-24 er 9,0 m til mønu
Mest loyvda hædd á húsum á stykkjunum 5-14 er 7,0 m til mønu
Byggilinja fyri stykkini 6-14 er 4 m frá vegi
Byggilinja fyri stykkini 15-22 er 5 m frá vegi


Trýstir tú á myndina, verður hon størri.
Tekning yvir økið
Tekning yvir økið sæst HER

Serstøk byggisamtykt
Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina serstaka byggisamtykt fyri oman Gil. Serstaka byggisamtyktin fyri økið er kunngjørd. Til ber at lesa byggisamtyktina HER.