Ítróttur


Her finnur tú slóðir og upplýsingar til tey mongu tilboðini innan ítróttina í Tórshavnar kommunu eitt nú svimjing, fótbólt, fimleik og renning.

Kommunan leggur stóran dent á at bjóða borgarunum so góðar ítróttar- og frítíðartilboð sum á nakran hátt gjørligt.

Her eru nøkur tilboð úr rúgvuni. Seks geirar eru á rennibreytini, Tórsbreyt. Í miðjuni er grasvøllur við øllum hentleikum til frælsan ítrótt. Við norðara enda á Tórsvølli stendur Fimi, ein høll serliga til rútmiskan fimleik og amboðsfimleik. Í Dansifrøi eru stívliga 800 fermetrar stór høll til dans. Sparkivøllir eru ymsastaðni í kommununi.  


Leigið hallir og vøllir
Dánjal Samuelsen, tel 29 14 70, ger avtalur viðvíkjandi.:

- Høllini á Hálsi
- Badmintonhøllini
- Filmleikahøllini Fimi
- Hoyvíkshøllini
- Høllin í Kollafirði

Jens Ingolf Poulsen, tel 21 41 49, ger avtalur viðvíkjandi:

- Tórsvølli
- Ovara vølli í Gundadali
- Niðara vølli í Gundadali
- Tórsbreyt