Leys djór

Eingi djór eiga at ganga leys á almennum økjum í kommununi.

Kommunan hevur aktingarmann at taka upp leys djór allar tíðir á samdøgrinum, og hetta verður gjørt í samstarvi við løgregluna. Fráboðanir um leys djór skulu gerast til løgregluna á tel. 35 14 48. Aktingarmaðurin syrgir fyri djórunum viðvíkjandi fóðri og at halda reint.

Ómerktar kettur verða avlívaðar beinanvegin. Hundar, ið ikki eru heintaðir innan 3 dagar eftir upptøku, verða avlívaðir. Seyður, gæs og hønur verða seld á uppboði eftir 8 dagar og ross eftir 14 dagar. Tá eigari kemur eftir djóri, fær hann álagt eina bót. Hann skal haraftrat rinda eitt upptøkugjald fyri djórið og so eitt gjald fyri hvønn dagin, djórið hevur verið í varðveitslu hjá aktingarmanninum.

Umleið 50-60 ferðir árliga verða leys djór tikin upp í kommununi.


Hundar

Hundalógin ásetir, at hundar eldri enn 4 mánaðir skulu hava hálsband og spjaldur við navni og bústaði hjá eigaranum. Spjaldrið skal vera gjørt úr rustdyggum metali ella øðrum eins sterkum og haldgóðum tilfari.

Hundar í Tórshavnar kommunu skulu havast í bandi á økjum, ið eru opin fyri vanligari ferðslu. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær.

Gongur hundur leysur uttan leiðara, tekur løgreglan hann upp og boðar eigaranum frá. Hevur hundurin einki spjaldur, verður lýst eftir eigaranum, og hevur eigarin ikki innan 3 samdøgur verið eftir hundinum, kann løgreglan avlíva ella avhenda hann.

Eigarin hevur skyldu at tekna eina hundaábyrgdartrygging.

Kettur

Kommunan hevur kettufellur, sum fólk kunnu læna til at fanga útiløgukettur við.

Eftir avtalu kemur aktingarmaðurin við felluni og eftir henni aftur. Um fongur er, er tað eisini aktingarmaðurin, sum flytur kettuna til avlívingar hjá djóralækna.

Kettur, sum ikki hava hálsband, tatovering ella mikrochip, verða avlívaðar beinanvegin.

Hundalortar

Fyri at halda býin reinan heitir kommunan á hundaeigarar um at brúka serligan posa til hundalortar. Posarnir verða útflýggjaðir í Snarskivuni og kunnu annars keypast í Miklagarði í SMS.

 

Í Sandágerði, undir Svartafossi og í viðarlundini eru sett upp serlig íløt at koyra brúktu hundaposarnar í. Eisini kann hundaeigarin beina posan burtur heima.